140x140

Agenda 21

"Agenda 21" merkir skrá fyri 21. øld, og er eitt týdnaðarmikið skjal frá heimsráðstevnuni í Rio de Janeiro í 1992.

Hugsa globalt - handla lokalt er eitt hugtak, sum ofta verður sett í samband við Agenda 21, og merkir, at vit eiga øll at vera varug við, at okkara avgerðir í tí dagliga kunnu hava alheims árin. Um vit í tí dagliga eru ansin og endurnýta, spara vit ikki einans pengar, men vit spara eisini uppá tilfeingið í náttúruni.

Agenda 21 byggir á hugtakið um burðardygga menning. Í Agenda 21 skjalinum verður heitt á stjórnirnar í heimsins londum um at gera ætlarnir fyri eina burðardygga menning í 21. øld. Í 2002 hittust londini aftur, hesaferð í Suður Afrika, at kunna um sínar ætlanir fyri burðardygga menning.

Les bóklingin Agenda 21 - ein ætlan fyri burðadygga menning, sum er ein lýsing av høvuðsinnihaldinum í Agenda 21 arbeiðsætlanini. Bóklingurin er til taks ókeypis á Umhvørvisstovuni.

 

Vilt tú vita meira um Agenda 21 og arbeiðið við burðadyggari menning í Føroyum, so ring til  Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Agenda 21